Gjaldsterminalar til ein hvønn tørv
Gjaldsterminalar kunnu tryggja skjótari avgreiðslu, glaðari kundar og meir sølu. So kanst tú hugsavna teg um tað sum er stuttligari. Sí okkara gjaldsterminalar niðanfyri fyri terminalar tú kanst velja hjá S5.

Ein álítandi og skjótur gjaldsterminalur
Gjaldsterminalurin sameinir skjótar transaktiónir við smidleika og trygd. Hetta tryggjar, at tínir kundar fáa ta bestu upplivingina.

Ein mótstøðuførur og staðbundin gjaldsterminalur
Minka um bíðirøðinar við skjótum transaktiónum. Perfekt fyri teg, sum krevur ein skjótan og álítandi gjaldsterminal og ynskir at bjóða eina góða kundauppliving.

Ein skjót og smidlig gjaldsuppliving
Softpay er perfekt fyri teg, sum skal móttaka gjøld á fleiri støðum. Ger tína Android eind til ein gjaldsterminal uttan at skifta hardware.
PAX A920 Pro
Mótak skjót og trygg gjøld, hvar sum helst

Stytri bíðitíð
Við einum PAX A920 Pro gjaldsterminali kanst tú avgreiða allar transaktiónir skjótt og effektivt. Hetta merkir styttri bíðitíð fyri kundarnar, sum betrar um kundaupplivingina og kann økja søluna, serliga tá nógv er at gera.
Maksimal trygd
Terminalurin verjir kundadátur við nýggjastu trygdarstandardunum og tryggjar eitt skjótt og støðugt samband við WiFi 5GHz og Bluetooth 5.0. Hetta skapar tryggleika fyri bæði teg og tínar kundar.




Betri brúkarauppliving
Tann skjót touchskermurin ger tað lættari hjá brúkarinum at stýra, meðan tær framkomnu kameralinsurnar tryggja skjóta og neyva strikukodu-skanning. Hetta økir um effektivitetin við kassan og betrar um samlaðu kundaupplivingina.
Allar neyðugar funktiónir
PAX A920 Pro hevur allar neyðugar funktiónir, frá chip & PIN og kontaktleysum gjøldum til innbygdan prentara og 4G. Við framkomnum íbindingarmøguleikum og høgum trygdarstandardum er hetta ein fullkomin loysn til ein nútímans handil.
PAX A35
Minni, snildari og álítandi

Kompaktur, sterkur og praktiskur
PAX A35 imponerar við síni haldgóðu konstruktión og praktisku samanseting av touchskermi og fysiskum PIN-tastaturi. Hesin intuitivi gjaldsterminalurin er lættur at brúka, og sera væl egnaður til gerandisdagar, har nógv er at gera.
Betri kundauppliving
Við innbygda myndatólinum á gjaldsterminalinum kanst tú viðgera tilboð og virðiskotur við QR-kotum. Hetta skapar eina serstaka uppliving fyri kundan og kann samstundis økja søluna beinleiðis við kassan.




Perfekt til kassan
Við sínum kompakta og sterka sniði passar terminalurin til flest allar kassaloysnir. Intuitivi touchskermurin og fysiska PIN-tastaturi tryggjar skjóta og brúkaravinarliga avgreiðslu fyri bæði kundar og starvsfólk.
Framtíðartryggjað tøkni
Tú ert í tryggum hondum við PAX A35, sum er ein sertifiseraður gjaldsterminalur, eftir nýggjastu PCI PTS 6.x standardunum. Hetta tryggjar maksimala dátutrygd og framtíðartryggjar tínar transaktiónir.
SoftPay
Ger tína Android til ein gjaldsterminal – lætt, trygt og skjótt.

Økt kundanøgdsemi
Við S5 og Softpay kanst tú bjóða tínum kundum eina fleksibla gjaldsuppliving, óansæð hvar teir eru. Vit gera tað møguligt fyri tína fyritøku at møta tørvinum hjá kundunum, sum kann økja kundanøgdsemið og styrkja títt kappingarføri.
Ein smidlig gjaldsuppliving
Óansæð um tú rekur ein pop-up handil, luttekur á messum ella rekur eina mobila fyritøku, kanst tú lættliga taka ímóti kortgjøldum frá tínum kundum. Hesin smidleikin gevur tær møguleikan at røkka fleiri kundum og økja søluna.




Optimera søluna
Trygd og skjótleiki í gjaldsprosessini eru avgerandi. S5 og Softpay veita bæði. Hetta ger tað møguligt hjá tínari fyritøku at handfara øll gjøld skjótt og trygt. Hetta kann samstundis minka um bíðirøðirnar og betra kundaupplivingina.
Einføld uppsetan
Við S5 og Softpay kanst tú lættliga taka appina niður og gera tína Android eind til ein gjaldsterminal, uttan tørv á eyka útgerð. Vanliga ber til at móttaka gjøld innan 1-3 arbeiðsdagar.